Blákrossheimið góðkent sum viðgerðarstovnur

20.05.2022 - 11:45
InnlendisSamfelag
Blákrossheimið góðkent sum viðgerðarstovnur
Heilbrigdið á Velbastað og Frælsi á Eiði skulu fáa nøkur viðurskifti í rættlag
Blákrossheimið á Nesi hevur fingið góðkenning frá Heilsutrygd.

Fyri trimum árum síðani samtykti løgtingið eina løgtingslóg um virksemi á stovnum, ið veita rúsviðgerð.

Tað var Heilsutrygd, ið fekk til uppgávu at kanna og góðkenna virksemið á teimum trimum stovnunum, sum veita rúsviðgerð.

Heilsutrygd hevur síðani kannað virksemið og sett nakrar treytir fyri at góðkenna teir.

Ein av stovnunum, Blákrossheimið á Nesi, var góðkent uttan viðmerkingar, meðan Heilbrigdi á Velbastað og Frælsið á Eiði fingu víst á nøkur viðurskifti, sum skuldu fáast í rættlag.

Hoyr Egil á Bø, stjóra í Heilsutrygd, greiða frá gongdini í málinum.
 

Egil á Bø er stjóri á Heilsutrygd.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. apríl
Ein deutsches Requiem
174269
Leygardag 27. apríl
Tá Grønland bjargaði Føroyum (3:6)
174268
Leygardag 27. apríl
Jambalaja - 270424
174253
Leygardag 27. apríl
Upp á tá - 260424
174252
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098