Varpa ljós á talgildan harðskap

24.05.2022 - 14:06
Innlendis›Samfelag
Varpa ljós á talgildan harðskap
Í dag hittast kvinnur, sum hava upplivað slíkan harðskap, og í næstum verður skipað fyri einum størri tiltaki
Rannvá Magnadóttir hevur saman við øðrum tikið stig til at varpa ljós á talgildan harðskap.

Nú skal ljós varpast á talgildan harðskap, sum eitt nú tær nógv umrøddu myndirnar av føroyskum kvinnum, ið ferðast á netinum.

Rannvá Magnadóttir er stigtakari, og hon var ein teirra, sum í síðstu viku greiddu frá sínari uppliving við talgildum harðskapi, har myndir av henni ferðast á netinum, sum hon ikki hevur givið samtykki til í tí sokallaðu Golden Maps.

Í dag hittast kvinnur, sum hava upplivað slíkan harðskap, og í næstum verður skipað fyri einum størri tiltaki.

 

Frásøgdu sær skommina

Tað var í síðstu vikum, at nakrar av kvinnunum á sonevnda Golden Maps-listanum traðkaðu alment fram og tóku frástøðu frá talgilda harðskapinum, ið tær verða útsettar fyri.

Rørslan byrjaði á Instagram, men hevur nú breitt seg til alt samfelagið. 

Golden Maps

Frítekst tagging: 

Kvinnurnar søgdu frá sær skommina, ið nógv hava hug at áleggja teimum, tí at privatar myndirnar av teimum liggja á internetinum. 

"Eg havi onki at skammast yvir," staðfestir Rannvá Magnadóttir, sum nú hevur tikið stig til, at kvinnur, ið hava verið fyri talgildum harðskapi, fylkjast. 

>>SÍ INNSLAGIÐ Í DEGI OG VIKU

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096