Forskúli í Kaldbak næsta skúlaár

Forskúli í Kaldbak næsta skúlaár
Ætlanin um forskúlalíknandi tilboð verður broytt til forskúla
Tórshavnar býráð fer í kvøld at taka støðu til at skipa forskúla í Kaldbak næsta skúlaár.
 
25.05.2022 - 08:40

Næsta skúlaár verður væntandi forskúli í Kaldbak.

Í fyrstani var talan um forskúlalíknandi tilboð, sum bæði Tórshavnar býráð og Uttanríkis- og Mentamálaráðið játtaðu í desember í fjør.

Síðani hevur fyrstilærarin í Kaldbak sent býráðnum uppskot um at skipa forskúla heldur enn forskúlalíknandi tilboð.

 

323.000 kr.

Trivnaðarstjórin hjá Tórshavnar kommunu mælir til at játta umsóknini um forskúla og søkja Uttanríkis- og Mentamálaráðið um loyvi at seta á stovn forskúla frá næsta skúlaári.

Tí taka bæði Trivnaðarnevndin og Fíggjarnevndin hjá býráðnum undir við.

Býráðið skal í dag játta 323.000 kr. til forskúlan í ár. Býráðið samtykti í februar at skipa forskúla sum tilboð í øllum kommunalum skúlum.

Foreldragjaldið fyri forskúla er 9.290 kr. um árið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650