SAS í fíggjarligari kreppu

SAS í fíggjarligari kreppu
Skandinaviska flogfelagið, SAS, skyldar slakar 25 milliardir krónur, og hevur stórliga brúk fyri at fáa meira pengar til rakstur.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
29.05.2022 - 11:45

- Eingin ivi er um, at SAS er í síni allarstørstu búskaparkreppu nakrantíð, sigur óhefti norski greinarin, Hans Jørgen Elnæs, við danska dagblaðið Børsen.

Danska heimasíðan, Finans, letur ikki betur at støðuni hjá SAS, men staðfestir, at “eftir níggju ársfjórðingar á rað við greiðum halli á botnlinjuni, er flogfelagið komið at eggini”.

Í samrøðuni við Børsen sigur Hans Jørgen Elnæs, at skuldin hjá SAS er so høg og kappingarførið so lágt, tí útreiðslurnar eru ov stórar.

- Av tí sama kann SAS ikki kappast við ferðaseðlaprísirnar hjá lágprísfeløgunum, sigur hann.

- Tí er eitt at gera hjá SAS, og tað er fáa meira pening til vega, so felagið kann sleppa av við ovurstóru skuldina, leggur norski greinarin aftrat.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025