Barnaváttanarlógin kemur í gildi í morgin

Barnaváttanarlógin kemur í gildi í morgin
Sambært lógini skulu landsstovnar, kommunalir stovnar, feløg, felagsskapir og onnur fáa barnaváttanir til vega, áðrenn fólk verður sett í starv
Smbært lógini skulu m.a. landsstovnar fáa barnaváttanir til vega, áðrenn fólk verður sett í starv, ella verður sett til ávísa uppgávu, ið ber í sær beinleiðis og regluligt samband við børn undir 15 ár. 
Mynd: Savnsmynd  
 
31.05.2022 - 15:19

Í morgin, 1. juni, verður barnaváttanarlógin sett í gildi. Endamálið við lógini er at verja børn og ung ímóti kynsligum ágangi.

Tað er Det Centrale Kriminalregister, sum útflýggjar barnaváttanir. 

Sambært barnaváttanarlógini skulu landsstovnar, kommunalir stovnar, feløg, felagsskapir og onnur fáa barnaváttanir til vega, áðrenn fólk verður sett í starv, ella verður settur til ávísa uppgávu, ið ber í sær beinleiðis og regluligt samband við børn undir 15 ár. 

 

Serligt oyðiblað

Tá ein barnaváttan skal fáast til vega, skal arbeiðsgevari, felagsskapur og onnur, sum koma undir breiða arbeiðsgevarahugtakið í lógini, nýta serligt oyðiblað til endamálið.

Arbeiðsgevarin skal fylla oyðublaðið út. Viðkomandi starvsfólk ella umsøkjari, ið váttanin snýr seg um, skal á oyðublaðnum skrivliga geva samtykki til, at arbeiðsgevarin biður um barnaváttan um viðkomandi. Arbeiðsgevarin kann ikki heinta barnaváttan uttan samtykki.

Tá viðkomandi starvsfólk ella umsøkjari hevur skrivað undir, skal arbeiðsgevarin senda oyðiblaðið til Det Centrale Kriminalregister.

Málsviðgerartíðin hjá Det Centrale Kriminalregister er vanliga uml. 10 dagar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425