Dagføra Sumbiarbergholið í seks stigum

Dagføra Sumbiarbergholið í seks stigum
19 mió. kr. skulu brúkast aftrat til dagføringina, skal alt við, millum annað ventilatión
Landsverk hevur gjørt eina ætlan um at dagføra Sumbiarbergholið.Í 2017 og 2018 vóru brúktar 3,5 mió. kr.
 
02.06.2022 - 08:56

Var bergholið til Sumbiar gjørt í dag, helt tað ikki tey trygdarkrøv, sum nú eru galdandi.

Men tað helt krøvini, sum vóru, tá bergholið var gjørt. Bergholið var liðugt í 1997.

Landsverk gjørdi eina ætlan í 2017 um at dagføra Sumbiartunnilin, sigur Uni Rasmussen, landsstýrismaður, sum hevur svarað einum spurningi frá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu.

3,5 mió. kr. eru brúktar til tvey tey fyrstu byggistigini, sum vóru gjørd í 2017 og 2018. Tá fekk bergholið millum annað ljós.

Ætlanin er í seks stigum.

19 mió. kr. skulu brúkast afturat til dagføringina, skal alt við, millum annað ventilatión.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098