Saudiarabia fer at selja meira olju

Saudiarabia fer at selja meira olju
OPEC hevur fund í dag, og gitt verður, at OPEC-londini fara at selja meiri olju í juli
Tíðindi ganga um, at Saudiarabia ætlar at selja meiri olju.
 
02.06.2022 - 14:20

Saudiarabia rør framundir, at landið er sinnað at selja meiri olju, um russiska sølan av olju fer at minka av nógvu tiltøkunum, sum eru sett í verk ímóti Ruslandi.

Tað skrivar Financial Times, sum sigur seg hava tíðindini frá fimm keldum.

Oljuprísurin fall aftur í morgun, og er lækkaður so mikið hesa vikuna, at ein tunna av olju nú verður seld fyri 114 dollarar. Herfyri var prísurin 120 dollarar fyri tunnuna.

Russland er undir stórum trýsti, tí fyrr í vikuni samtykti ES at gevast við at keypa olju úr Russlandi, sum má flytast sjóvegis. Oljan, sum verður flutt gjøgnum rørleiðingar, sleppur undan. Tveir triðingar av oljuni, sum ES keypir úr Russlandi, verður flutt sjóvegis.

 

Tryggja ikki skip

ES og Bretland hava gjørt avtalu um, at frá í heyst skulu tryggingarfeløg ikki longur tryggja skip og oljuflutningin sjóvegis. Tað kann gera tað torført hjá Russlandi at flyta olju við skipi.

Í dag verður fundur í OPEC, saman við londunum, sum samstarva við felagskapin. Roknað verður við, at londini fara at semjast um at økja søluna av olju eitt sindur í juli.

Ein av keldunum hjá Financial Times sigur, at Saudiarabia og Sameindu Arabisku Emiratini helst eftir fundin í dag fara at almannakunngera, at tey fara at selja meir olju.

OPEC hevur fyrr samtykt, at økja søluna í august og september, men tað er ikki óhugsandi, at tann avgerðin verður framskundað, skrivar Financial TImes.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. juli
Oyggjar undir trýst - 3. partur
210483
Mánadag 20. juli
Poppverturin 8
208462
Mánadag 20. juli
HM-tíðindi 20. juli 2026
211136
Mánadag 20. juli
RagnarRokk: James McBain um Coronach
209143
Mánadag 20. juli
Morgunlestur mánadagur
211130
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096