Nýtur hvønn minutt

Nýtur hvønn minutt
Jóan Símun Edmundsson, sum er aftur á vøllinum er drúgvan skaðasteðg, er fegin um at vera í landsliðshópinum, tí hann ivaðist í, um fótbólturin var ein farin tíð
Hans Erik Danielsen/FSF
04.06.2022 - 02:55

 - Er tað liðugt við fótbóltinum fyri mítt viðkomandi?

Tað hevur Jóan Símun Edmundsson spurt seg sjálvan viðhvørt seinasta hálva árið. 

30 ára gamli framherjin úr Waasland-Beveren hevur sitið uttanfyri við skaða, og leingi gekk illa at finna útav, júst hvat bagdi.

 - Sum vikurnar gingu og blivu til mánaðir, og eingin framgongd var at hóma (komu spurningarnir, red.), sigur Jóan Símun Edmundsson.

 - Tí njóti eg hvørja ta einastu venjing nú meir enn nakrantíð, og eg hopi eisini, at eg fái fleiri dystir, bæði fyri Føroyar og felagið hjá mær. Bara tað, at vera aftur, er fantastiskt fyri meg.

Er til reiðar at spæla

Framherjin, sum hevur spælt gott 70 dystir fyri Føroyar, viðgongur, at dystarformurin ikki er nøktandi.

Jóan Símun Edmundsson er kortini til reiðar at spæla, um boð vera eftir honum frá landsliðsvenjaranum, Håkani Ericson.

 - Tað sigur seg sjálvt, at tað neyvan verða fýra ferðir 90 minuttir, eftir at eg havi verið úti so leingi, men um eg fái nakrar minuttir verið eg glaður; um ikki, so drívi eg á til næstu venjing, tí tað er aftur ein dystur týsdagin, sigur framherjin.

Í kvøld skal Føroyar spæla sín fyrsta dyst í hesi Nations League-kappingini, og Jóan Símun Edmundsson gleðir seg til uppgávuna.

 - Tað eru slíkar upplivingar, ið tú ynskir at fáa sum fótbóltsspælari. Jú størri uppgávan er, stuttligari er tað eisini, um tað eydnast at arga, sigur hann.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776