Bilur koyrdi inni í mannamúgvu í Berlin

Bilur koyrdi inni í mannamúgvu í Berlin
Týska løgreglan veit ikki enn, um bilførarin koyrdi á fólk við vilja, ella talan er um vanlukku
Bilurin koyrdi fyrst upp á gongubreytina, har fólk gingu, og síðani inn í ein handilsrrút.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
08.06.2022 - 10:55

Ein bilur koyrdi fyrrapartin inn í eina mannamúgvu í Berlin, og eitt fólk hevur latið lív, upplýsir týska løgreglan.

Fleiri hava fingið skaða.

Løgreglan veit ikki, um bilurin koyrdi inn í mannamúgvuna við vilja, ella talan er um eina vanlukku. 

 

(Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Hendingin var í Kurfürstendamm, sum er ein stór handilsgøta í Berlin. 

Vitni hava greitt frá, at bilurin koyrdi upp á gongubreytina, har fólk gingu, og síðani inn í ein handilsrút.

Løgreglan hevur handtikið bilføraran.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. juli
Morgunlestur hósdagur
211202
Mikudag 22. juli
Summarbeiti 22. juli 2026
211207
Mikudag 22. juli
Morgunlestur mikudagur
211166
Týsdag 21. juli
Millum tøkini #14: Sundalagsstevna
211178
Týsdag 21. juli
Summarbeiti 21. juli 2026
211171
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097