Føðideildin: Tryggleiki má veitast borgarum í Suðuroynni

Føðideildin: Tryggleiki má veitast borgarum í Suðuroynni
Ronnie Midjord, stjóri á Suðuroyar sjúkrahúsi, sigur, at sama hvat verður gjørt við føðideildina, má havast í huga fjarstøðan, sum suðuroyingar liggja í.
Sama hvat verður gjørt við føðideildina á Suðuroyar sjúkrahúsi, krevur sjúkahússtjórin, at borgararnir kenna seg tryggar í sambandi við barnsburð
Mynd: Savnsmynd  
 
23.07.2013 - 19:00

Verður føðideildin á Suðuroyar sjúkrahúsi verður niðurløgd, má støða til eina og hvørja tíð takast til, hvussu besti tryggleiki verður veittur borgarum í Suðuroynni. Tað heldur Ronnie Midjord, stjóri á Suðuroyar sjúkrahúsi. 

Karsten Hansen, landsstýrismaður er nú farin at kanna, um føðideildin á Suðuroyar sjúkrahúsi skal leggjast niður, eins og gjørt varð við føðideildina á Klaksvíkar sjúkrahúsi í 2010. Men sama hvat verður gjørt, eigur trygdin hjá borgarunum í Suðuroynni at havast í huga, ger Ronnie Midjord, stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi, vart við í hoyringarsvari til Heilsumálaráðið, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í.

Kvinnur fara altið at eiga

Í hoyringarsvarinum til Heilsumálaráðið í apríl í ár, tekur Ronnnie Midjord ikki fakliga støðu til, hvat rættast er at gera, t.e. um føðideildin á Suðuroyar sjúkrahúsi skal leggjast niður ella ikki, men sjúkrahússtjórin, skrivar,

"...uttan mun til hvat gjørt verður, so vil tað eftir míni bestu sannføring altíð fara at koma fyri, at føðingar fara at verða her á staðnum við jøvnum millumbilum, og havandi í huga ta fjarstøðu, vit liggja í, má tað til eina og hvørja tíð takast støða til, hvussu besti tryggleiki verður veittur borgarum her í oynni."

Útvarpið hevur í dag roynt at fingið eina viðmerking frá Ronnie Midjord, sjúkrahússtjóra, men tað hevur ikki eydnast.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. juli
Veðrið
210792
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525