NATO-venjing í føroyskum sjógvi

NATO-venjing í føroyskum sjógvi
11 skip, tríggir kavbátar og 16 flogfør vera við í venjingini, sum varir í 11 dagar
Natovenjingin við skip, kavbátum og flogførum byrjar í Reykjavík. (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)
 
13.06.2022 - 09:09

Mánadagin byrjar NATO-venjingin Dynamic Moose, sum eisini verður í føroyskum sjógvi.

Venjingin byrjar í Reykjavík, heldur fram í 11 dagar og endar í Bergen, sigur Uttanríkis- og Mentamálaráðið.

Undir venjingini koma før, sum taka lut, eisini í føroyskan sjógv at gera siglingarvenjingar. Flogið verður eisini í sambandi við venjingina.

 

Skip, kavbátar og flogfør

Tilsamans 11 skip, tríggir kavbátar og 16 patruljuflogflør úr Bretlandi, Kanada, Fraklandi, Niðurlondum, Danmark, Noregi, USA og Týsklandi eru við í venjingini. Talan er um eina afturvendandi venjing, sum á hvørjum ári verður hildin í Norðurhøvum.

Vant verður ikki millum oyggjarnar ella á firðum og sundum, men hugsast kann, at okkurt skip kemur í føroyska havn.

Tað verður í høvuðsheitinum norðanfyri, at vant verður í føroyskum sjógvi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375