Fasti gerðarrættur ger úrskurð um uppsagnarløn

Fasti gerðarrættur ger úrskurð um uppsagnarløn
Krav er um, at Reiðarafelagið skal viðurkenna, at manning á Skørini skal hava uppsagnarløn eftir sáttmálaregluni, tá skip verða løgd
Maskinmeistarafelagið, Fiskimannafelagið og Skipara- og navigatørfelagið krevja uppsagnarløn fyri limir, sum sigldu við Skørini.
 
13.06.2022 - 11:19

Fasti gerðarrættur hevur úrskurðarfund í morgin í einum máli millum Maskinmeistarafelagið, Fiskimannafelagið og Skipara- og navigatørfelagið móti Reiðarafelagnum.

Málið snýr seg um, at Reiðarafelagið skal viðurkenna, at limirnir hjá Maskinmeistarafelagnum, Fiskimannafelagnum og Skipara- og navigatørfelagnum, ið hava siglt við Skørini, FD 750, eru at meta sum uppsagdir, og hava krav um uppsagnarløn, sambært grein 2, stykki 8, í sáttmálanum millum feløgini, tá ið skip verða løgd.

Úrskurðarfundurin verður í morgin klokkan 10, og hann er almennur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026