Ongar ábøtur gjørdar síðani eldsbrunan í Grenfell

Ongar ábøtur gjørdar síðani eldsbrunan í Grenfell
72 fólk lótu lív, tá eldur kom íbúðarhúsið í vestara parti av London fyri fimm árum síðani
Eldsbrunin í Grenfell fyri fimm árum síðani kravdi 72 mannalív.
Mynd: Independent. co. uk.  
 
15.06.2022 - 11:11

Fimm ár eru liðin síðani stóra eldin í Grenfell-íbúðarhúsinum, sum var í 24 hæddum, í London, har 72 fólk lótu lív.

Uppskot um ábøtur vóru gjørd í 2019, men ongar ábøtur eru gjørdar, og eingin er drigin til svars fyri eldin.

Um kvøldið 14. juni 2017 kom eldur í íbúðarhúsið Grenfell í vestara parti av London.

Kanning avdúkaði, at eldurin kyknaði í einum oyðiløgdum køliskápi á fjórðu hædd, men eldurin breiddi seg skjótt, serliga tí klædningurin á húsinum var sera eldfimur. 

Tað tók tvey og eitt hálvt samdøgur at sløkkja eldin.

 

Funnist at sløkkiliðnum

Í almennari frágreiðing um kanningararbeiðið, verður funnist at leiðsluni hjá sløkkiliðnum. Aðrar kanningar av orsøkini til eldin vera framvegis gjørdar.

Funnist hevur verið at myndugleikunum fyri handfaringina ella vantandi handfaring eftir eldin.

Øll, sum búðu í bygninginm,  hava framvegis ikki fingið fastan bústað, og umboð fyri tey, sum búðu í íbúðarhúsinum, siga, at fólkini hava fingið ringa viðferð, tí tey eru fólk við lítla inntøku.

Mett verður, at umleið 640.000 fólk framvegis búgva í íbúðarhúsum við sama húsaklædningi, sum var í Grenfell-torninum.

 

Í gjár var skipað fyri minningarhaldi fyri teimum, sum doyðu í eldsbrunum í Grenfell-íbúðarhúsunum. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Fáa stuðul

- Vit veita teimum stuðul, sum búgva í bygningum, sum eru hægri enn 11 metrar. Tey skulu ikki sjálv rinda fyri nýggjan húsaklædning, segði bretski uttanríksráðharrin, Liz Truss, við Sky News í gjár, tá ið hon var spurd um tað.

Eitt av uppskotunum um ábøtur er: ikki at biðja fólk um at halda seg inni í íbúðini, sum gjørt var fyri fimm árum síðani.

Fáar aðrar ábøtur eru gjørdar síðani eldin.

Fimm ára dagurin var í gjár hildin við samkomu í Westminister. 

Tá var staðfest, at avvarðandi hjá teimum deyðu framhaldandi fara at stríðast fyri rættvísi, og at tey ikki vilja góðtaka, at fólkini doyðu til fánýtis. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. januar
EM-tíðindi 20. januar 2026
202961
Týsdag 20. januar
Breddin: Bara ein vaksin í húskinum
202959
Týsdag 20. januar
Morgunlestur týsdagur 20. januar 2026
202876
Mánadag 19. januar
Nýggjár á Gentuvesinum 2025
202924
Mánadag 19. januar
Við Tórði á stytstadagstúri
202923
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852