Rógvi Mikkelsen tekur yvir á Hilton Garden Inn

Rógvi Mikkelsen tekur yvir á Hilton Garden Inn
34 ára gamli Rógvi Mikkelsen verður nýggjur stjóri á Hilton Garden Inn.
 
28.06.2022 - 10:40

Hilton Garden Inn skal hava nýggjan stjóra. Martin Restorff, sum hevur verið stjóri, síðani hotellið á fyrstan tíð læt dyrnar upp í oktober 2020, segði seg úr starvi í apríl í ár. 

Í tíðindaskrivi boðar hotellið frá, at nýggjur stjóri nú er settur. Tað er 34 ára gamli Rógvi Mikkelsen, sum skal standa á odda fyri hotellið á Staravegnum í Havn. 

Rógvi Mikkelsen hevur drúgvar royndir úr hotell- og tænastuvinnuni bæði uttanlands og í Føroyum. Til fyri stuttum starvaðist Rógvi sum hotellleiðari fyri Hotel Brandan.

Rógvi Mikkelsen byrjar í starvinum beinanvegin og fer fyrstu tíðina at starvast tætt saman við Martini Restorff, sum er vorðin partur av nevndini fyri hotellið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928