Trý uppskot um tunnil á veg í tingið

bannari
Trý uppskot um tunnil á veg í tingið
Trý uppskot um tunnil millum Eysturoynna og Streymoynna, tvey um almenna loysn, og eitt um privata loysn, eru á veg í løgtingið
Trý uppskot um tunlar eru á veg í tingid.
 
26.07.2013 - 16:37

Uppskotið um almenna partafelagið Føroyatunlar, sum løgtinsgfólkini Aksel V. Johannesen og Bjørt Samuelsen hava gjørt, er farið á Løgtingsskrivstovuna.


250 mió. kr. frá landinum
Sambært uppskotinum skal eitt alment partafelag gera og eiga Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin.

 

Sambært uppskotinum skal partafelagið, tá tað verður stovnað í ár, hava tíggju milliónir krónur í partapeningi. Og sambært lógaruppskotinum skal landið seta 250 mió. kr. afturat í felagið yvir átta ár.
Skálafjarðartunnilin skal gerast fyrst og síðani Sandoyartunnilin.

 

Framsókn við einum uppskoti
Framsókn hevur eitt uppskot um almenna partafelagið Eysturoyartunnilin, sum skal hava slakar 200 mió. kr. í partapeningi yvir sjey ár.

 

Sambært uppskotinum hjá Framsókn eru Sandoyartunnilin og Eysturoyartunnilin ikki knýttir saman.

 

Eysturoyartunnilin skal gerast, fíggjast og rekast sum Norðoyatunnilin og Vágatunnilin, sigur Framsókn.

 

Og so er tað uppskotið hjá landsstýrismanninum í innlendismálum um privata Eystruoyartunnilin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846