Landsbankin bjartskygdur

04.07.2022 - 14:38
Innlendis
Landsbankin bjartskygdur
Tað vísir ein frágreiðing um fíggjarligt støðufesti fyri fyrsta ársfjórðing í ár, sum Landsbankin legði fram í morgun.
Malan Johansen er stjóri í Landsbanka Føroya.

Í morgun legði Malan Johansen, stjóri í Landsbanka Føroya, fram frágreiðing um fíggjarliga støðufestið fyri fyrsta ársfjórðing í ár. 

Og Landsbankin er bjartskygdur um støðuna, tí á fíggjarmarknaðinum síggjast ikki teir stóru váðarnir. Hóast útlánini vaksa, so vaksa tey ikki skjótari enn búskapurin sjálvur, sigur Malan Johansen. 

Sambært Landsbankanum hevur føroyski búskapurin tað sum heild gott. Føroysk húsarhald eru væl fyri, og 84 % av øllum húsarhaldum í Føroyum hava minni enn 2 milliónir í lán. 

Eisini eru fyritøkurnar væl fyri. Búskaparvøksturin hevur havt við sær, at føroysku fyritøkurnar hava styrkt um eginpeningin. 

Tað almenna er sum so eisini væl fyri, men tað, at vit gerast fleiri og fleiri eldri, førir sambært Landsbankastjóranum við sær, at trýst verður á heilsu- og eldraøkinum. 

Fleiri pensjónistar

Tað er gott, at vit vera fleiri pensjónistar, sigur Malan Johansen, men tað leggur trýst á heilsuøkið, tí tað eru serliga tey eldru, sum brúka heilusøkið.

Eisini verður trýst á at hjálpa teimum eldru, og somuleiðis, tá ræður um pensjónir. Neyðugt verður at seta pensjónsaldurin upp, sigur landsbankastjórin.

- Pensjónsaldurin er settur upp til 68 ár, men hann má longur upp. Tí sum nú er, er ikki yvirskot á fíggjarlógini, so har er neyðugt við broytingum, sigur Malan Johansen.

Trýstið á búskapinum fer helst at minka

Í løtuni er stórt trýst á búskapinum í Føroyum. Men hækkandi inflatión og vaksandi renta fara helst at føra við sær, at trýstið fer at minka, sigur Landsbankastjórin. 

- Tey føroysku húsarhaldini og vinnan eru væl fyri. Tað hevur gingið gott í búskapinum leingi. Tað er stórt trýst, og vit mugu innflyta arbeiðsmegi. Tað, at inflatiónin og rentan fara upp, ger, at virksemið helst fer at lækka komandi tíðina. Men trýstið á búskapinum er so stórt, at tað ger ikki nakað, um trýstið linkar, sigur Landsbankastjórin.

Óttast ikki nýtt skrædl

Upp á spurningin um, hvussu føroyski búskapurin sum heild hevur tað, sigur Malan Johansen, at støðan er góð, tí vit hava havt búskaparliga framgongd seinastu 10 árini. Somuleiðis er skuldin ikki stór í mun til bruttotjóðarúrtøkuna.

Fleiri og fleiri føroyingar tykjast fyri, at vit eru í eini búskaparligara bløðru, sum vit vóru í, áðrenn botnurin reyk undan búskapinum fyri 30 árum síðani, tá vit upplivdu størsta skædlið í nýggjari tíð.

- Fyrr høvdu vit nógv størri skuld og lánfíggjað virksemi. Tað hava vit ikki í hesum umfari, og soleiðis eru vit nógv betur fyri at taka ímóti virksemisminkingini, sigur Landsbankastjórin. 

Frágreiðingin hjá Landsbankanum kann lesast her

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 27. januar
Morgunlestur mánadagur 26.januar 2026
203266
Týsdag 27. januar
Morgunlestur týsdagur 27.januar 2026
203265
Mánadag 26. januar
EM-tíðindi 26. januar 2026
203227
Sunnudag 25. januar
Bolero
203192
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084