Føroysk húsarhald meira stúrin um búskaparligu útlitini enn fyrr

Føroysk húsarhald meira stúrin um búskaparligu útlitini enn fyrr
Í nýggjastu spurnarkanningini um konjukturbarometrið, sum Hagstovan hevur gjørt, sæst, at føroysku húsarhaldini eru meira stúrin um búskaparligu útlitini, enn tey hava verið
Mynd: Hagstova Føroya  
 
04.07.2022 - 16:25

Húsarhaldini í Føroyum eru meira stúrin um búskaparligu útlitini, enn tey hava verið.

Tað kemur fram í nýggjastu spurnakanningini um konjunkturbarometrið, sum Hagstovan hevur gjørt.

Væl færri ætla sær nú at brúka størri upphæddir uppá eitt nú møblar og elektroniskar lutir enn í januar, tá ið seinasta kanningin undan hesari varð gjørd.

Somuleiðis eru eisini færri, ið meta, at bilur verður keyptur, og at størri upphæddir verða brúktar til bústaðarábøtur næsta árið í mun til undanfarna árið.

Hetta sæst millum annað eisini aftur í bilasøluni. Fyrra hálvár vórðu 137 færri persónbilar seldir í mun til fyrra hálvár í 2021. Í prosentum svarar minkingin til 12 prosent.

Um búskaparstøðuna í Føroyum og útlitini fyri búskapin sum heild komandi árið meta húsarhaldini, at búskaparstøðan um eitt ár er versnað í mun til støðuna í dag

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040