Semja um at dagføra fosturtøkulógina

Semja um at dagføra fosturtøkulógina
Bæði Frítt Val og Føroya Pro Vita, sum ávíkavíst arbeiða fyri fríari fosturtøku og fyri at verja ófødda barnið vilja dagføra lógina
05.07.2022 - 16:22

Í Føroyum er "lov om foranstaltninger i anledning af svangerskab" galdandi. Ein donsk lóg frá í 1956, sum var sett úr gildi í Danmark í 1973. Og í kjalarvørrinum av ógildanini av  rættinum til fría nfosturtøku í USA, skapa fosturtøkuviðurskiftini í Føroyum nú yvirskirftir uttanlands.

Í eini kanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri Kringvarpið, taka 77% av teimum spurdu undir við eini dagføring av fosturtøkulógini frá 1956.    

Eins og spurningurin um fosturtøku skilir Frítt Val og Pro Vita, eru heldur ikki føroyingar á einum máli um fosturtøka skal vera frí ella ikki.

Góð 49% vilja hava fría fosturtøku í Føroyum, og góð 41% vilja ikki.

Góð 68% halda, at fosturtøka eigur ikki at vera bannað. Tað merkir at hon kann vera frí ella hava ymiskar avmarkingar. Meðan 22% halda, at fosturtøka eigur at vera bannað.

Altso - er undirtøka fyri at dagføra fosturtøkulógina, men ikki semja um hvussu hetta skal gerast.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. juni
Morgunlestur hósdagur 25.juni 2026
209942
Mikudag 24. juni
Skratsj 24. juni 2026
210120
Mikudag 24. juni
Morgunlestur mikudagur 24.juni 2026
209940
Týsdag 23. juni
Millum tøkini #11: Jóansøka
210084
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980