Nógvar tunnilóvissur

23.07.2022 - 16:52
Innlendis
Nógvar tunnilóvissur
- Tað eru nógvar óvissur, ið greiða má fáast á, áðrenn farast kann undir sjálvt arbeiðið at gera Suðuroyartunnilin, sigur Kristian Stórhamar, arbeiðsformaður hjá NCC.

- Serliga longdin á tunlinum elvir til avbjóðingar, sigur arbeiðsformaðurin, ið hevur verið við til at gera teir tríggjar undirsjóvartunlarnar í Føroyum.

Tøl úr trimum milliardum upp í 5,4 milliardir krónur hava verið nevnd, tá talan er um prísin fyri Suðuroyartunnilin.

– Men so leingi semja ikki er um, hvussu tunnilin skal gerast, er eingin prísur rættur, sigur Kristian Stórhamar.

Omanfyri kann hoyrast eitt brot av tí, arbeiðsformaðurin hjá NCC segði á borgarafundinum í Skúladeplinum í Hovi seinnapartin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392