Missa alt útsýnið yvir býin

26.07.2022 - 17:00
InnlendisSamfelag
Missa alt útsýnið yvir býin
Felagið Grannalív í miðbýnum í Havn er misnøgt við kunningina, sum felagið fekk frá kommununi um ætlaða parkeringshúsið
Jógvan G. Muller og hini, sum búgva við Bøkjarabrekku, fara at missa alt útsýnið av ætlaða parkeringshúsinum.

Umboð fyri felagið Grannalív í miðbýnum í Havn, har ætlanin er at byggja eitt stórt parkeringshús við íbúðum ovast út móti Bøkjarabrekku, eru alt annað enn nøgd við tað, sum tey fingu kunning um á fundi við umboð fyri kommununa.

Eitt nú upplýsti Heðin Mortensen, borgarstjóri, at tað er kommunan sjálv, ið vil hava parkeringskjallara, og ikki byggiharrin, Gullak Madsen í Hirtshals, sum upprunaliga bara ætlaði at byggja íbúðir.

Við parkeringskjallara aftrat, hækkar byggiprosentið á grundøkinum munandi, og tað verður til stóran ampa fyri útsýnið úr teimum mongu sethúsunum í grannalagnum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 

Ætlaða parkeringshúsið við Bøkjarabrekku er vorðið umstrítt.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. januar
RagnarRokk 22.januar 2026
201523
Hósdag 22. januar
RagnarRokk: Mads Erlend Ystmark um LÜT
201518
Hósdag 22. januar
RagnarRokk: Rod Usher um Alienated
201517
Hósdag 22. januar
Kvørnin: Trý nýggj stakløg
203086
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839