Jarðskjálvtarnir í Íslandi halda fram

Jarðskjálvtarnir í Íslandi halda fram
Tann størsti í nátt var fimm stig á Richterstiganum
Jarðskjálvtarnir í Íslandi hava ikki gjørt stóran skaða, men vørur detta av handilshillum.
Mynd: RÚV, íslendska kringvarpið  
 
02.08.2022 - 08:35

Jarðskjálvtarnir í Íslandi halda fram.

Tann størsti í nátt var fimm stig á Richterstiganum.

Stutt eftir var annar sjálvti, sum var 4,7 stig.

Báðir vóru á Reykjanesi, í ein landnyrðing norðan úr Kleifarvatni.

Jarðskjálvtar hava annars verið víða um í landinum, millum annað á Akranesi og á Snæfellshesi.

Ikki er boðað frá stórum skaða, men lutir detta av hillum, og myndir fara á gólv.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026