11 milliardir krónur í eyka krígshjálp til Ukraina

bannari
11 milliardir krónur í eyka krígshjálp til Ukraina
26 lond eru í dag vorðin samd um, at lata Ukraina 11 milliardir afturat í krígshjálp
Oleksii Reznikov, ukrainski verjumálaráðharrin, Morten Bødskov, danskur verjumálaráðharri, og Ben Wallace, verjumálaráðharrin í Stórabretalndi
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
11.08.2022 - 17:06

Umboð fyri 26 lond hava í dag luttikið á ráðstevnu á Christiansborg í Keypmannahavn, har niðurstøðan bleiv, at tey 26 londini hava játtað seg til at lata Ukraina 11 milliardir krónur afturat í krígshjálp. 

Parturin hjá Danmark verður 820 milliónir krónur, sum fer til vápn og venjing av herinum í Ukraina. 

Samlaða danska krígshjálpin til Ukraina er nú komin upp á tríggjar milliardir krónur.

 

Ukraina fær ikki hernaðarflogfør

Hóast tey 26 londini eru sinnað at hjálpa Ukraina fíggjarliga, so fær Ukraina ikki alt, ið landið biður um. 

Eitt nú hevur Ukraina biðið um framkomin hernaðarflogfør, sum kunnu niðurberja russiska flogvápnið, men hetta hevur Ukraina ikki fingið játtað.

Eisini eru ávís sløg av raktettum, sum biðið er um, men sum tey 26 londini ikki eru sinnað at lata Ukraina. 

 

"Útihýsið russum"

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, heitti í sínari setanartalu á ráðstevnuni á Christiansborg á tey 26 londini um at útihýsa russiskum statsborgarum. 

Danski uttanríkisráðharrin, Jeppe Kofod, var ikki avvísandi fyri hugskotinum, og tað eru tað fleiri umboð fyri onnur lond, sum heldur ikki eru.

Týski kanslarin, Olaf Scholz, var hinvegin ímóti hugskotinum. Hann kallaði kríggið fyri "Kríggið hjá Putin" og gjørdi vart við, at hann helt ikki, at tað skal ganga út yvir allar russar, at Putin kríggjast við Ukraina. 

Hetta var ukrainski uttanríkisráðharrin, Dmytro Kulba, eyðsæð ósamdur við týskan kanslaranum í. Tað gjørdi hann vart við á Twitter. 

 

 

"Tað er Russland, og ikki bara Putin, ið hevur lopið á Ukraina. Størsti parturin av russum stuðla krígnum og fegnast um rakettálop á ukrainskar býir," skrivar Kulba millum annað á Twitter. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 29. desember
Morgunlestur mánadagur 29.desember 2025
201925
Sunnudag 28. desember
Bolero 28 des 2025
202018
Sunnudag 28. desember
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
202016
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 28. desember
Andaktin
202020
Sunnudag 28. desember
Møti úr Kelduni.
202023
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983
Fríggjadag 26. desember
Andakt annan jóladag við Jógvani Fríðrikssyni.
201980