Mette Frederiksen: Hetta er ein hurlivasi

Mette Frederiksen: Hetta er ein hurlivasi
Tað er ein ruðuleiki, tá andstøðan ikki hevur funnið útav, hvønn hon vil hava til forsætisráðharra
Mette Frederiksen, forsætisráðharri, hevur fingið tveir avbjóðarar á borgaraliga veinginum.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
15.08.2022 - 15:56

- Hetta er ein hurlivasi. Vit vita ikki, hvør er andstøðuleiðari, og heldur ikki, hvør kann væntast at gerast forsætisráðharri.

Tað sigur Mette Fredriksen, forsætisráðharri og forkvinna í danska Javnaðarflokkinum, nú tað fyrr í dag gjørdist greitt, at bæði Jakob Ellemann-Jensen, formaður í Vinstraflokkinum, og Søren Pape Poulsen, formaður í Konservativa fólkaflokkinum, bjóða seg fram sum forsætisráðharra í Danmark.

Mette Fredriksen sigur við DR, at tað er ein ruðuleiki, tá ið andstøðan ikki hevur funnið út av, hvønn hon vil hava at vera forsætisráðharra. 

 

Ellemann ella Pape

Søren Pape Poulsen segði í morgun, at tað er tann av teimum báðum á borgarliga veinginum, sum hevur flest umboð, ið stuðla viðkomandi, sum skal verða forsætisráðharri. Tí er avgerandi, hvønn teir borgarligu flokkarnirvísa á, Pape ella Ellemann-Jensen.

Jakob Ellemann-Jensen teku ikki undir við hesum sjónarmiðinum. Hann sigur við DR, at tað er natúrligt, at tað er tann størsti flokkurin, ið sleppur at serva. Soleiðis hevur siðvenjan altíð verið. 

Hann sigur eisini:

- Eg haldi, at Søren Pape Poulsen kann liva við at vera ráðharri í eini stjórn, har eg eri forsætisráðharri. Og eg kann eisni liva við at vera ráðharri í eini stjórn, har Søren Pape Poulsen er forsætisráðharri, sigur Jakob Ellemann-Jensen.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
RagnarRokk: Roland Grapow um Metalmorphosis
212880
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Hósdag 17. september
Nýtt ljóð
213419
Hósdag 17. september
Eitt korter við jazzi 17. september 2026
213395
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232