Bíða enn eftir seinastu loyvunum

Bíða enn eftir seinastu loyvunum
Manning er umborð á Herjólfi III og er klár at loysa, tá endaligu loyvini eru komin
Herjólfur III ligg enn á Skála, men er klárar at loysa, tá endaligu loyvini eru komin.
 
17.08.2022 - 14:07

Bíðað verður enn eftir teimum seinastu loyvunum frá myndugleikunum, áðrenn Herjólfur III sleppur at loysa. 

Herjólfur III liggur í løtuni á Skála, men sambært Jóhan Peturi Abrahamsen, virkandi stjóra í Strandferðsluni, er manningin umborð og klár at loysa, tá endaliga loyvini eru komin.

Tá loyvini eru komin, fer Herjólfur III at gera nakrar royndartúrar á Suðuroyarleiðini, áðrenn skipið verður sett í sigling fyri Smyril leygardagin. 

 

Leigaður í 16 mánaðir

Strandferðslan hevur gjørt sáttmála við íslendska samferðslustovnin, Vegagerðina, um at leiga Herjólf III í 16 mánaðir. Ætlanin er, at hann fyrst og fremst skal sigla við farmi millum Krambatanga og Havnina, men hann skal eisini brúkast sum avloysaraskip, meðan Smyril er í dokk. 

Smyril fer í dokk fríggjadagin.

Sostatt røkir Herjólfur III einsamallur suðuroyarleiðina frá 20. august til 2. oktober.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. apríl
LEITISSTEIN 24.04.2026 (Wolfgang)
207536
Fríggjadag 24. apríl
Beinleiðis úr Studio 5 - Gjáir
207518
Fríggjadag 24. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 24.apríl 2026
207138
Hósdag 23. apríl
RagnarRokk 23.apríl 2026
206722
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533
Hósdag 23. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207494
Hósdag 23. apríl
Veðrið - teknmálstulkað
207493