Ríkispolitiovastin tekur ikki undir við niðurstøðuni

Ríkispolitiovastin tekur ikki undir við niðurstøðuni
Thorkild Fogde er koyrdur til hús, meðan tænastumannakanning verður gjørd av hansara leikluti í minkamálinum
Thorkild Fogde, ríkispolitiovasti, er koyrdur til hús. Embætismannakanning verður reist móti honum.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
25.08.2022 - 16:27

Ovastin fyri ríkispolitiið, Thorkild Fogde, er ikki samdur við Medarbejder- og Kompetancestyrelsen, sum í gjár mælti til at senda ríkispolitiovastan til hús, og seta í verk eina embætismannahoyring av hansara leikluti í minkamálinum.

Tað skrivar TV2 í dag.

Kanningarnevndin í minkamálinum fanst at Thorkild Fogde fyri at hava vitað, at heimild ikki var at tala allan mink av í Danmark, men hóast hetta helt politiið fram við at hjálpa til at taka minkar av, tá koronuvirus var staðfest á nøkrum minkagørðum.

 

Tænastumisbrot

Kanningarnevndin segði í niðurstøðuni, at Fogde hevði framt tænastumisbrot og hevði viðvirkað til brot á sannleikaskylduna og løggildisgrundregluna í samband við áhaldandi grova villleiðing.

Útfrá hesum mælti Medarbejder- og Kompetancestyrelsen til, at Fogde skuldi fyribils sendast til hús, meðan løgmálaráðið ger eina embætismannakanning av leiklutinum hjá ríkispolitiovastanum.

Men gjøgnum sakførara sín sigur Thorkild Fogde í dag, at tey eru ósamd við og bilsin um niðurstøðuna, sum tey gleða seg til at fáa roynt í næstum, skrivar TV2.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. mars
Sophilia: 15 ár
205189
Hósdag 5. mars
Filip: Í dans
205173
Hósdag 5. mars
Bjarki: Nú liggur ein kavafonn
205174
Hósdag 5. mars
Jóhanna: Farin
205175
Hósdag 5. mars
Anna Lovisa: Eitt kvøldið so siðla
205176