NSÍ hevur kært B36-innskiftingina

NSÍ hevur kært B36-innskiftingina
NSÍ hevur kært innskiftingina av Ragnari Samuelsen til Fótbóltssambandið. Tað váttar NSÍ-formaðurin, Dánjal Hansen
B36 vann 2-1 á NSÍ í Hólmanum í dag, men nú er støða í dystinum kærd
 
28.08.2022 - 20:52

NSÍ hevur kært innskiftingina av Ragnari Samuelsen til Fótbóltssamband Føroya. Tað sigur NSÍ-formaðurin, Dánjal Hansen, við Kringvarpið. 

Bolt.fo skrivaði fyrr í kvøld, at B36 sendi Ragnar Samuelsen á vøllin í 2-1 sigrinum á NSÍ í dag, uttan at hesin stóð á talgilda dómaraseðlinum, sum verður útfyltur áðrenn dystin.

Dómarin í dystinum, Rúni Gaardbo, váttar fyri bæði Bolt.fo og Kringvarpinum, at nummar 24, Ragnar Samuelsen, kemur á vøllin í 91. minutti, men er ikki á dómaraseðlinum.

 - Dysturin er liðugur, og vit skulu føra dómaraseðilin inn, og har fáa vit ikki endaliga skrásett útskiftingina. Hendan kunning er send til FSF, sigur Rúni Gaardbo við bolt.fo í kvøld.

NSÍ hevur sent kæru til Fótbóltssamband Føroya eftir dystin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527