USA og Føroyar stovna handilskamar

USA og Føroyar stovna handilskamar
Endamálið er at styrkja handilssamstarvið millum londini, sigur Vinnuhúsið
Amerikanski sendiharrin, Alan Leventhal, og Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum.
Mynd: Vinnuhúsið  
 
29.08.2022 - 14:39

Bæði amerikanski og japanski sendimaðurin í Keypmannahavn vóru á almennari vitjan í Føroyum í síðstu viku. Endamálið var fyrst og fremst at styrkja samstarvið við Føroyar.

Vinnuhúsið var í báðum førum við til at skipa fyri einum kunnandi tiltaki, har amerikanska og japanska ferðaliðið kundi hitta føroyskar vinnufyritøkur og fáa betri innlit í føroyskt vinnulív og samfelagsviðurskifti annars.

Seinnapartin mánadagin hittu umboð fyri fleiri føroyskar vinnufyritøkur amerikanska sendiharran, Alan Leventhal, ið tók við starvinum 1. juli.

Kunnandi tiltakið var á Hotel Hilton Garden Inn í Havn, har amerikanski sendimaðurin og Vinnuhúsið høvdu framløgur um møguleikarnar at styrkja handilssamstarvið millum USA og Føroyar, skrivar Vinnuhúsið.

 

Japanska sendinevndin og stjórin í Vinnuhúsinum, Niels Winther. (Mynd: Vinnuhúsið)

 

Handilskamar

Eitt ítøkiligt stig er, at handilskamarið US-Faroe Business Forum verður formliga stovnað í næstum. Tað skal í høvuðsheitum virka fyri at styrkja handilssamstarvið millum londini. 

Í ólavsøkufrágreiðing síni boðaði løgmaður eisini frá, at arbeitt verður nú við at lata føroyska sendistovu upp í Washington.

Samhandilin millum Føroyar og USA er øktur munandi seinastu árini. Í fjør útfluttu Føroyar fyri meira enn eina milliard krónur til USA, sum er 700 milliónir krónur meira enn fyri 10 árum síðan. Eisini innflyta Føroyar munandi meira úr USA nú enn fyrr, skrivar Vinnuhúsið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655