Aðalráð tulka navnalógina ymiskt

Aðalráð tulka navnalógina ymiskt
Umhvørvisstovan metir, at barn sambært verandi navnalóggávu ikki kann fáa eftirnavnið hjá sammóður.
Umhvørvis- og Vinnumálaráðið, sum umsitur navnalógina, sigur, at tí er ikki neyðugt at broyta lógina. Men Umhvørvisstovan sigur, at neyðugt er við lógarbroyting.
 
06.09.2022 - 08:26

Navnalógin verður tulkað á ymsan hátt í Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum.

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum, svaraði herfyri Hervør Pálsdóttur, løgtingskvinnu, at hóast hugtakið sammóðir ikki var við, tá navnalógin var samtykt, kunnu børn fáa eftirnavnið hjá sammóður.

Umhvørvis- og Vinnumálaráðið, sum umsitur navnalógina, sigur, at tí er ikki neyðugt at broyta lógina.

Men Umhvørvisstovan, sum er navnamyndugleiki og er í Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum, segði nakað heilt annað longu í juni.

 

Jenis av Rana, landsstýrismaður.

 

Kann ikki fáa eftirnavn hjá sammóður

Sambært Jenisi av Rana, landsstýrismanni, boðaði Umhvørvisstovan fólki frá 10.juni, at navnalógin er ikki broytt.

Umhvørvisstovan metir tí, at barn sambært verandi navnalóggávu ikki kann fáa eftirnavnið hjá sammóður.

Jenis av Rana hevur svarað spurningi frá Ingilín D. Strøm. løgtingskvinnu. Umhvørvis- og Vinnumálaráðið hevur rættin at tulka navnalógini.

Og her eru tvær tulkingar. Onnur er, at ikki er neyðugt at broyta navnalógina.

Sambært hinari krevst broyting, skal barn hava eftirnavn hjá sammóður.

 

Ingilín Didriksen Strøm, løgtingskvinna.

 

Eingin heimild

Jógvan Fríðriksson, bispur, hevur boðað sóknarprestunum frá, at ikki er loyvt at broyta heitið hjá pápanum í kirkjubókini til sammóður ella samfaðir. 

Hetta merkir, at børn hjá samkyndum foreldrum kunnu ikki skrásetast við eftirnavninum hjá sammóður ella samfaðir.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576