Útróðrarbátar framvegis smáligan fiskiskap

Útróðrarbátar framvegis smáligan fiskiskap
Fimm frystilínuskip eru undir Føroyum, eitt er á Føroya banka, og eitt er undir Íslandi
Fiskamarknaðurin væntar nakað av ítróðri hesa vikuna, tí streymuirn er hampiligur.
 
06.09.2022 - 08:42

Útróðrarbátarnir hava framvegis smáligt fiskarí, sigur Fiskamarknaðurin.

Í hesari vikuni er hampiligur streymur og brúkiligt veður, so helst verður nakar útróður.  

Eitt línuskip er á Føroya banka og eitt í kantinum á Føroya banka. Tey fáa mest av hýsu og longu. 

 

Frystilínuskip

Fimm frystilínuskip eru undir Føroyum, eitt er á Føroya banka, og eitt er undir Íslandi.

Tveir djúpvatnstrolarar fiska svartkalva, ein liggur, og ein frystitrolari fiskar svartkalva við  Eysturgrønland.

Um partrolarar verður sagt, at fýra pør eru úti og fiska upsa, men fáa eisini nakað av hvítum fiski. 

Tvey pør fiska gulllaks.

 

Trolbátar á landleiðini

Ein trolbátar er á landleiðini, tveir eru á Skeivabanka og tveir eru norðanfyri. 

Teir fáa tosk, hýsu og flatfisk og hava brúkiligt fiskarí.

Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð hjá teimum er brúkiligt. 

Tvey fiska havtasku og tey hava misjavnt fiskarí, sigur Fiskamarknaðurin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541