Eygleiðari: Magdalena hevur vent gongdini

Eygleiðari: Magdalena hevur vent gongdini
Veljarakanningar í Svøríki seinastu árini hava víst, at stjórnin fór at missa valdið, men valdagin stendur á jøvnum millum reyða og bláa vong í ríkisdegnum
Magalena Andersson, forsætisráðharri, á vali fyrrapartin.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
11.09.2022 - 14:53

Ríkisdagsval er í Svøríki í dag, og seinastu veljarakanningarnar benda á, at tað fer at standa á jøvnum millum flokkarnar á reyða og bláa veingi.

Valhølini lótu upp klokkan sjey í morgun, og 7,8 milliónir sviar hava valrætt.


Jan Lamhauge, journalistur, sum býr í Svøríki, væntar, at Svøríkisdemokratarnir fara at seta krøv, skulu teir vera parlamentariska grundarlagið undir einari borgarligari stjórn eftir valið í dag.

 

Alt valskeiðið hava borgarligu flokkarnir staðið seg best í veljarkanningunum, men líkt er til, at Magdalena Andersson, forkvinna í Sosialdemokratiska flokkinum og forsætiráðharri, hevur vent gongdini, sigur Jan Lamhauge, journalistur úr Gøteborg.

Høvuðsevnini í valstríðnum hava verið mongu skottilburðirnir í Svøríki og orkuprísirnir. Ikki færri enn 49 skottilburðir, har bandar hava verið uppí, hava verið í hesum árinum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

11092022_Val_i_Svoriki_til_net

 

Jimmie Åkesson er formaður í Svøríkisdemokratunum. Veljarakanningar vísa, at Svøríkisdemokratarnir verða næststørsti flokkur á valinum í dag. (Mynd: Ritzau Scanpix)
 

Ulf Kristersson er formaður í Moderata flokkinum. Hann hevur sagt seg vera til reiðar at samstarva við Svøríkisdemokratarnar. (Mynd: Ritzau Scanpix)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. mars
Morgunlestur hósdagur 5. mars 2026
204719
Mikudag 4. mars
Femininomen, FMA og Tomas Espedal
205135
Mikudag 4. mars
Skratsj 4. mars 2026
205123
Mikudag 4. mars
Eitt korter við klassiskum
205122
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (4:5)
204319
Mikudag 4. mars
Føroyar - Portugal
205139
Mikudag 4. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205117
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959