Breddin: Fólkatingsval og kríggið í Ukraina

Breddin: Fólkatingsval og kríggið í Ukraina
Áhugin fyri fólkatingsvalinum í Føroyum er ikki stórur. Viðmerkjarar vera í útvarpsstovuni
Fólkatingsvalið er ikki útskrivað enn, men valstríðið er langt síðani byrað.
 
13.09.2022 - 09:24

Í Danmark eru flokkarnir farnir undir valstríðið upp undir fólkatingsvalið, og fyrsta sjónvarpaða kjakið hevur longu verið millum tey trý, sum bjóða seg fram at stjórna Danmark eftir valið, hóast valið ikki er útskrivað enn.

Føroyskir veljarar manna tveir av sessunum í fólkatinginum, men áhugin fyri fólkatingsvali er ikki serliga stórur. Ikki enn í øllum førum.

Viðmerkjarar vera í útvarpsstovuni og viðgera føroyska partin av fólkatingsvalinum.

Russiskar herdeildir flýggja nú undan einum ukrainskum mótálopi, samstundis sum mótstøða móti krígnum hómast í Russlandi. Nærkast vit endanum av krígnum, spyrja vit eygleiðarar

Breddin í útvarpinum klokkan 10.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. apríl
PLÁTUPANELIÐ #39 (1977)
206615
Leygardag 4. apríl
Tvey velja páskatónleik
206614
Leygardag 4. apríl
Jambalaja - 040426
206613
Leygardag 4. apríl
Upp á tá - 030426
206605
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206563