Sernám minkar virksemið á dagstovnunum

Sernám minkar virksemið á dagstovnunum
Hetta kann fáa avleiðingar fyri børnini, sum hava mest brúk fyri hjálpini, sigur dagstovnaleiðari
Avmarkað starvsfólkaorku ger, at neyðugt er hjá Sernámi at tillaga virksemið hjá stovninum, hava dagstovnarnir fingið at vita.
 
15.09.2022 - 17:45

- Tað er ørkymlandi, at Sernám nú fer undir at niðurlaga sítt virksemi á dagstovnaøkinum. 

Skerd ráðgeving kann fáa avleiðingar fyri børnini, ið allarmest hava brúk fyri hjálp.

Tað sigur Turið Horn, sum er dagstovnaleiðari í Býlingshúsinum Vesturi á Flat í Tórshavnar kommunu:

 

15092022_Turid_Horn


 

Turið Horn er dagstovnaleiðari.

 

Fyri tveimum vikum síðani sendi stjórin í Sernámi, Margreth Olsen, øllum dagstovnum í landinum skriv, har greitt verður frá, at vegna avmarkaða starvsfólkaorku á økinum, er neyðugt hjá Sernámi at tillaga virksemið hjá stovninum hetta til juni 2023.

Broytingin hevur við sær, at ráðgevingin til dagstovnar í ár verður avmarkað til talu- og málmenningarøkið og rørslu- og sansamenningarøkið. 

 

Margreth Olsen er stjóri á Sernámi.

 

Hetta merkir í høvuðsheitum, at ráðgeving frá sernámsfrøðiligum ráðgeva ella sálarfrøðingi er ikki tøk. 

Í skrivinum stendur eisini, at undantøk kunnu gerast, um ivamál er um at útseta skúlabyrjan, ella hvat rætta skúlatilboðið er. 

Men Turið Horn ivast í, um hetta verður veruleiki:

 

15092022_Turid_Horn1_

 

Tað hevur alstóran týdning, at børn, ið hava tað trupult, fáa hjálp sum skjótast. At ongin sernámsfrøðiligur ráðgevi ella sálarfrøðingur kann ráðgeva námsfrøðingar og foreldur á dagstovnunum, hevur við sær, at børnini eru fyri vanbýti, sigur Turið Horn:

 

15092022_Turid_Horn2

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493