Útlendsk arbeiðsmegi í vøkstri

Útlendsk arbeiðsmegi í vøkstri
Sambært Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingi, kunnu vit vænta enn meira tilflyting í framtíðini
15.09.2022 - 19:34

Fast Track-skipanin gevur øllum vinnugeirum í Føroyum lættari atgongd at fáa arbeiðsmegi úr londum, sum ikki eru í ES.

Í november í fjør bleiv skipanin sett í verk, og sambært tølum frá Vinnu- og Umhvørvismálaráðnum eru 408 arbeiðstakarar skrásettir í hesari skipan.  

Skipanin hevur virkað í skótt eitt ár, og tað sæst aftur í hagtølunum. Tað er serliga hetta seinasta árið, at nógv eru komin til Føroyar at arbeiða. Frá august 2021 til august 2022 er lutfallið av útlendskari arbeiðsmegi frá londum uttanfyri Evropa hækkað úr 2,4 prosentum til 3,4 prosent. 

Tað eru fyrimunir við vaksand arbeiðsmegi úr útlondum, men tað kann eisini hava vansar við sær, sambært Johnny í Grótinum. Fyrimunurin er, at tørvurin á arbeiðsfólki verður nøktaður.

Vansin er tó, at nýggja arbeiðsmegin kann seta trýst á lønarlagið hjá føroyska arbeiðstakaranum.

Samanbera vit okkum við grannalondum okkara, skulu vit ikki vænta, at tilflytingin av útlendskari arbeiðsmegi fer at steðga enn. Fyri 20 árum síðani var lutfallið av útlendskari arbeiðsmegi í Íslandi áleið tað sama, sum tað er í Føroyum í dag, also seks prosent. Í dag, 20 ár seinni, hevur fimti hvør løntakari í Íslandi útlendskan uppruna.  

Sambært Johnny í Grótinum, er tað bæði í Føroyum og í Íslandi soleiðis, at tað er í serligum vinnugeirum, at útlendsk arbeiðsmegi er væl umboðað. Serliga ferðavinnan og fiskivirkir telja lutfalsliga nógv útlendsk starvsfólk. 
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328