Váðaráðið: Eingi tekin um váða í bankageiranum

Váðaráðið: Eingi tekin um váða í bankageiranum
Útlánsvøksturin er minkaður, og vøksturin í BTÚ er nógv størri enn útlánsvøksturin
Útlán frá donskum realkredittstovnum til føroysk húsarhald vóru fýra milliardir í juli, 13,2 prosent meira enn í juli 2021.
 
16.09.2022 - 08:52

Hóast útlánsvøksturin hevur verið lækkandi síðani á sumri 2021, og vøksturin í bruttotjóðarúrtøkuni er nógv størri enn útlánsvøksturin, heldur Váðaráðið ikki, at greið tekin eru um, at systemiskir váðar eru í umbúnað í føroyska bankageiranum.

Útlánsvøksturin var 2,3 prosent í juli í ár. Hann var 5,5 prosent í juli í fjør. 

Men kommunurnar hava lænt 118 mió.kr., 9,7 prosent, meira. Skuldin hjá kommununum í føroysku peningastovnunum var 1,3 milliardir kr. í juli. 

Útlán frá donskum realkredittstovnum til føroysk húsarhald vóru fýra milliardir í juli, 13,2 prosent meira enn í juli 2021.

Vøksturin í útlánum til vinnuna frá føroysku peningastovnumum var 2,2 prosent og 2,6 prosent til húsarhaldini. 

 

Útlánsvøksturin var 2,3 prosent í juli í ár. Hann var 5,5 prosent í juli í fjør. 

 

Krav um at standa ímóti

Váðaráðið viðgjørdi í desember í fjør, um tað er neyðugt at viðmæla, at kontrasykliski kapitalbuffarin hækkar. Hann verður eitt prosent 31.mars næsta ár.

Váðaráðið fer í desember at taka støðu til, um tað er neyðugt hækka kontrasykliska kapitalbuffaran.

Kontrasykliski kapitalbuffarin er kravið um, hvussu nógvar pengar, peningastovnar skulu hava at standa ímótí við.  

Krøvini verða ásett eftir, hvussu fíggjarliga menningin er.

Vinnumálaráðharrin ásetur krøvini hvønn hvønn ársfjórðing.

 

Malan Johansen, landsbankastjóri, er limur í Váðaráðnum (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Nýtt Váðaráð

Tvey nýggj fólk eru vald í Føroya Váðaráð.

Tey eru Torben M. Andersen, proffessari í lærda háskúlanum í Århus, og Ragnfríð Nord Anthoniussen, fulltrúi í Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum.

Hini í ráðnum, tey halda fram næstu fýra árini, eru Malan Johansen, stjóri í Landsbanka Føroya, Bjørn Rúnar Gudmundsson, deildarleiðari í íslendsku hagstovuni, og Jógvan Thomsen, stjóri á Vinnustovninum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542