Makrel ávirkanin skal kannast

Makrel ávirkanin skal kannast
Løgtingið vil hava at vita, hvør hevur rætt, fiskifrøðingar ella fiskimenn, viðvíkjandi ávirkanini hjá makrelinum á onnur fiskasløg
Løgtingið vil hava greinað, hvørja ávirkan makrelur hevur á onnur fiskasløg.
 
12.08.2013 - 09:19

Bæði meirilutin og minnilutin í Vinnunevndini mæla landsstýrismanninum í fiskivinnumálum til at fáa greiðu á, hvørji uppáhald eru sonn ella best grundað í tvídráttinum millum vinnuna og Havstovuna um makrelin.

Etur toska- og hýsuyngul

Fiskimenn siga, at makrelur etur toska- og hýsuyngul. Nei, tað ger makrelur ikki, siga fiskifrøðingar.

Í álitinum um fiskidagar næsta ár siga bæði meirilutin og minnilutan við somu orðum, at tvídrátturin millum vinnuna og Havstovuna um
ávirkanina av veldugu makrelnøgdini í føroyskum sjógvi ger støðutakanina hjá nevndini um fiskidagar trupla.

Málið skal greinast

Meirilutin og minnilutin mæla tí landsstýrismanninum til at skipa eitt greiningararbeiði fyri at fáa greiðu á, hvørji páhald eru best grundað ella sonn, tey hjá fiskifrøðingum ella tey hjá fiskimonnum.

Og fiskivinnan skal vera virkin partur í greiningararbeiðinum, heldur løgtingið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655