Gravgangur eftir vaskiarbeiði

Gravgangur eftir vaskiarbeiði
Hóast metlágt arbeiðsloysi, fáa reingerðartænasturnar fleiri arbeiðsumsóknir
19.09.2022 - 17:57

Ikki øll hava torført við at finna starvsfólk - í hvussu er ikki til kvøldarbeiði.

Hóast arbeiðsmarknaðurin skríggjar eftir arbeiðsfólki, so eru nógv, ið ynskja sær fleiri arbeiðstímar. Tað siga reingerðartænasturnar. 

Jákup Heinesen er stjóri og eigari av fyritøkuni Dveylan. Sambært honum er okkurt, ið bendir á, at nógv fólk ið framman undan hava starv um dagin, gjarna vilja átaka sær nakrar eyka arbeiðstímar um kvøldarnar.

Fyrr var torført at finna starvsfólk til bæði dag- og kvøldvaktir, sigur hann, men nú er talið av umsóknum fleirfaldað - serliga til kvøldarbeiði. 

Kringvarpið hevur tosa við aðrar vaskifyritøkur, millum annað Skimma og Reingerðartænastan Grundvask, ið siga, at tey eisini uppliva at fáa fleiri umsóknir hesa tíðina. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928