Bjargaðu manni út fyri Sandvíksfles

Bjargaðu manni út fyri Sandvíksfles
Seksæringurin, sum maðurin var í, sakk, men tað eydnaðist manninum at sleppa sær í bjargingarbátin
Mynd: MRCC Tórshavn.  
 
22.09.2022 - 08:21

Ein ungur maður var í nátt bjargaður út fyri Sandvíksfles, eftir at seksæringurin, sum hann var við, sakk á veg úr Havn til Hvalbiar. 

Tað var stutt eftir midnátt, at hvalbingar og sandvíkingar varnaðust neyðrakettir og neyðbluss.

 

 

Tilbúgving var alt fyri eitt sett í verk, og stutt fyri klokkan eitt í nátt var maðurin fingin umborð á bjargingarbátin hjá Suðuroyar Norðrara bjargingafelag, Royndin.

Tyrlan hjá Atlantsflogi, Vædderen, Brimil og løgreglan vóru eisini við í leitingini.

Hoyr Hall Bech, vakthavandi hjá MRCC, greiða frá í útvarpstíðindunum: 

 

22092022_MRCC

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025