Høgraflokkar vinna valið í Italia

Høgraflokkar vinna valið í Italia
Orkukreppan setur størstan dám á valstríðið
Giorgia Meloni,stendur á odda fyri trimum flokkum, sum mynda høgraveingin.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
23.09.2022 - 09:26

Sunnudagin verður tjóðartingsval í Italia, og líkt er til, at høgrivongurin í italskum politikki fer at vinna valið.

Ein ung kvinna, Giorgia Meloni, er nýggj í italskum politikki, men hon stendur á odda fyri trimum flokkum, sum mynda høgraveingin.

Í Italia eins í so nógvum øðrum londum, er tað orkukreppan, sum setur størstan dám á valstríðið. 

Eitt fakfelag hevur beinleiðis heitt á italska fólkið um at fara í el-verkfall, og ikki rinda el-rokningina.

Tað myndar eisini valstríðið, sigur tíðindakvinnan hjá DR í Italia, Anna Gaarslev:

 

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

 

Italska valið er eisini á skránni í Breddanum í dag klokkan 10.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. mai
Vikan 31. mai 2025
192633
Leygardag 31. mai
Morgunlestur leygardagur 31.mai 2025
192277
Leygardag 31. mai
Upp á tá - 300525
192624
Fríggjadag 30. mai
Vikuskiftið 30. mei 2025
192617
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. mai
Veðrið
192615
Hósdag 29. mai
Andakt við Pól Johannesen
192558
Hósdag 29. mai
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
192552
Mikudag 28. mai
Ein dagur í Nuuk - teknmálstulkað
192506
Mikudag 28. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192491