Runavíkar kommuna fær álvarsliga átalu

Runavíkar kommuna fær álvarsliga átalu
Umboðsmaðurin heldur, at handfaringin av einum máli um at byggja neyst í kommununi er so álvarslig, at bæði løgtingið, landsstýrismaðurin og løgmaður eru kunnað
Umboðsmaðurin hevur givið Runavíkar kommunu ein ávarsliga átalu.
 
26.09.2022 - 10:22

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um vantandi svar frá Runavíkar kommunu í sambandi við umsókn um byggiloyvi til neyst. 

Klagarin søkti í mars 2021 um byggiloyvi til neyst, men hevði í mai 2022 framvegis ikki fingið svar frá Runavíkar kommunu.

Runavíkar kommuna greiddi frá, at Byggi- og býarskipanarnevndin og Vinnu- og havnarnevndin høvdu samtykt á fundi í mars 2020 at endurskoða reglurnar fyri neystabygging, og at arbeiðið var ikki komið á mál. 

Tí vóru umsóknir um byggiloyvir til neyst lagdar í bíðistøðu. Hetta hevði Runavíkar kommuna ikki kunnað klagaran um.

 

13 umsóknir í bíðistøðu

Sambært Runavíkar kommunu lógu 13 umsóknir um byggiloyvi til neyst í bíðistøðu, íroknað umsóknina hjá klagaranum. 

Tveir umsøkjarar høvdu hvørki fingið móttøkuváttan ella kunning um bíðistøðuna, og tveir høvdu fingið noktandi svar, vísandi til endurskoðan av byggisamtyktini, men kortini stóðu umsóknirnar hjá hesum báðum eisini í bíðistøðu. 

Fýra av umsøkjarunum høvdu sent kommununi áminningar, men ikki fingið svar.

Umboðsmaðurin helt hetta als ikki vera nøktandi og átalaði Runavíkar kommunu fyri ikki at hava svarað og kunnað klagaran um orsøkina til bíðistøðuna, og nær svar kundi væntast. Onkur umsókn hevur ligið uttan viðgerð síðani 2020.

 

Hanna Vang er Løgtingsins umboðsmaður.

 

Løgting og landsstýri kunnað

Samanumtikið gav umboðsmaðurin Runavíkar kommunu álvarsliga átalu fyri handfaringina av umsóknunum um byggiloyvi til neyst og mælti Runavíkar kommunu til at endurskoða mannagongdir sínar í sambandi við byggimálsviðgerð.

Av tí at umboðsmaðurin helt talan vera um, at álvarslig mistøk vóru framd í hesum máli, kunnaði hon formansskapin í Løgtinginum, løgmann og landsstýrismannin í kommunumálum um málið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 9. september
Skratsj 9. sep. 2026
212998
Mikudag 9. september
Tí tú ert kvinna 1:3
212994
Mikudag 9. september
Morgunlestur mikudagur 9. september
212704
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777