Snowden fingið russiskan ríkisborgaraskap

Snowden fingið russiskan ríkisborgaraskap
Edward Snowden var amerikanskur KT-tøkningur og varskógvari, og hevur síðani 2013 verið í útlegd í Russlandi
Edward Snowden hevur nú fingið russiskan ríkisborgaraskap.
 
27.09.2022 - 10:11

Seinastu níggju  árini hevur Edward Snowden hildið til í Russlandi, og nú hevur hann fingið russiskan ríkisborgaraskap.

Snowden var amerikanskur KT-tøkningur og varskógvari, og hevur síðani 2013 verið í útlegd í Russlandi.

Í 2013 almannakunngjørdi hann loynilig skjøl um, hvussu USA hevur avlurtað telefonir og fylgt við, hvat fólk gjørdu á internetinum. 

Við skjølunum avdúkaði hann loyniligt samstarv millum amerikonsku fregnartænastuna, NSA, og amerikonsk internetfeløg um avlurting og eftirlit við dátum.

1. juni sama ár ákærdu amerikanskir myndugleikar hann fyri njósning og fyri at hava stolið almenna ogn.

 

Vildu hava hann útflýggjaðan

Amerikanskir myndugleikar siga, at lekin er at meta sum almannakunngerð av loynidómum, og tí var Snowden, sum tá var staddur í Hongkong, stevndur.

Amerikanskir myndugleikar vildu hava hann útflýggjaðan úr Hongkong. 23. juni fór Snowden til Moskva, og helt til á flogvøllinum har í fleiri vikur.

1. august í 2013 fór hann av flogvøllinum, eftir at hann hevði fingið innferðarloyvi í eitt ár í Russlandi. 

Uppihaldsloyvið er síðani longt, og fimm ár seinni fekk hann loyvi at søkja um ríkisborgaraskap.

Talsmaðurin í Kreml, Dmitry Peskov, sigur við almennu russisku tíðindastovuna, Ria, at Snowden verður ikki boðsendur til hertænast, tí hann hevur ikki verið í tænastu hjá russiska herinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
193101
Týsdag 10. juni
Veðrið
193072
Sunnudag 8. juni
Andakt við Bergi Debes Joensen
192984
Sunnudag 8. juni
Guðstænasta úr Havnar kirkju
192979