Handverkararar hava gjørt nýggjan sáttmála

Handverkararar hava gjørt nýggjan sáttmála
Lønin hækkar 3,8 prosent 1 oktober í ár og 4,04 prosent 1. oktober næsta ár
Handverkarafeløgini, handverksmeistararnir og arbeiðsgevarafelagið hava gjørt nýggjan sáttmála.
Mynd: Vinnuhúsið  
 
29.09.2022 - 13:26

Semja er gjørd um nýggjan handverkarasáttmála.

Semjan er á sama stigi  sum tann, sum var gjørd við arbeiðarafeløgini í mai, og sum var tann fyrsta í samráðingarumfarinum 2022-2024.

Fyrrapartin skrivaðu Føroya Arbeiðsgevarafelag, Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna undir nýggjan sáttmála, sum er galdandi frá 1. oktober í ár til 1. mai 2025, altso í 2 ár og 7 mánaðir.

Lønin hækkar 3,8 prosent 1. oktober í ár og 4,04 prosent 1. oktober næsta ár. Harumframt eru tillagingar gjørdar í sáttmálanum.

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008
Týsdag 28. januar
Orðaval #10 - talumál og Norðlýsið
186983
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881