Svensk skip kanna skaðan á gassleiðingunum

Svensk skip kanna skaðan á gassleiðingunum
Størsta skipið hjá svensku sjóverjuni hevur krana og kavbátar við myndatólum og sonarútgerð
Nógv gass er likið í havið, síðani lekarnir á Nord Stream-leiðingunum vóru staðfestir.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
03.10.2022 - 09:40

Eitt stórt svenskt skip við sonar-útgerð er sent til økið, har spreingingarnar í Nord Stream 1 og 2-gassleiðingunum vóru.

Størsta skipið hjá svensku sjóverjuni, kavbátabjargingarskipið Belos, siglir í økinum, skrivar JyllandsPosturin. 

Blaðið skrivar, at skipið hevur útgerð, sum kann síggja skaðan, sum rørleiðingarnar hava fingið. 

Belos hevur m.a. ein krana og kavbátar við myndatólum og sonarútgerð.

 

(Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Einki gass eftir

Eisini svensk vaktar- og bjargingarskip eru í økinum.

- Sjóverjan skipar arbeiðið. Men vit eru har og stuðla teimum við ymiskum. Vit siga ikki, hvørji skipini eru,  og hvussu nógv, men Belos er har. Tað er serútgjørt skip, sum kann bjarga fólki úr kavbátum og hjálpa til í torførum kavarauppgávum, sigur samskiftisstjórin hjá svensku sjóverjuni, Jimmi Adamsson.

 

(Mynd: Ritzau Scanpix)

Danska sjóverjan er eisini í økinum kring Bornholm við fregattunum, Absalon og Esbern Snare.

Einki gass er eftir í rørleiðingunum nú, skrivar NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. mars
Telefon til Fólkaflokkin og Tjóðveldi
205289
Leygardag 7. mars
Upp á tá - 060326
205288
Leygardag 7. mars
Jambalaja - 070326
205287
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205272
Fríggjadag 6. mars
FMA 2026
205269
Fríggjadag 6. mars
Veðrið
205248
Fríggjadag 6. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205229