Eingin miðlaútbúgving í hesum umfari

Eingin miðlaútbúgving í hesum umfari
Í løtuni heldur samgongan ikki, at miðlaútbúgving eigur at vera raðfest
Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2023 er raðfestur ein námsfrøðingaflokkur aftrat.
 
10.10.2022 - 08:53

Samgongan heldur ikki, at miðlaútbúgving skal vera á Fróðskaparsetrinum nú.

Minnilutin í mentanarnevnd løgtingsins, Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin, tekur ikki undir við uppskotinum til samtyktar hjá Beintu Løwe í Tjóðveldi um miðlaútbúgving.

Í álitinum um uppskotið sigur minnilutin, at samgongan hevur raðfest útbúgvingarnar, sum samfelagið hevur tørv á. 

Í løtuni heldur samgongan ikki, at miðlaútbúgving eigur at vera raðfest. 

 

Ein námsfrøðingaflokkur aftrat

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2023 er raðfestur ein námsfrøðingaflokkur aftrat.

Andstøðan, sum er í meiriluta í mentanarnevndini, tekur undir við uppskotinum um føroyska miðlaútbúgving.

Í álitinum hjá mentanarnevndini siga andstøðufólkini, at Fróðskaparsetrið vil fara undir miðlaútbúgving, um fíggingin fylgir við.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Fríggjadag 18. september
LEITISSTEIN 18.09.2026 (Regin Guttesen)
213490
Fríggjadag 18. september
Breddin: Sjúk mentan í løgtinginum?
213475
Fríggjadag 18. september
RagnarRokk: Stone Statues um Nothing Is Ever Over
212904
Fríggjadag 18. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Lea Eyðbjørg
213464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303