Lítið burðaravlop ávirkar fólkavøksturin

Lítið burðaravlop ávirkar fólkavøksturin
1.september var fólkatalið 54.081. Tað var 54.200 tann 1.august
Lítla burðaravlopið ger, at vøksturin í fólkatalinum minkar.
Mynd: Hagstovan  
 
10.10.2022 - 09:35

Lítla burðaravlopið ger, at vøksturin í fólkatalium í Føroyum minkar.

Tann 1.september var fólkatalið 54.081. Tað var 54.200 tann 1.august.

Tað er vanligt, at fólkatalið minkar í august, tá nógv fólk fara av landinum at fáa sær útbúgving, skrivar Hagstovan. 

Síðani 1.september í fjør eru komin 636 fólk aftrat. Vøksturin er 1,2 prosent.

Hann var 1,6 prosent frá september í 2020 til september í 2021.

 

10 fleiri føðingar enn andlát um mánaðin

Lítla burðaravlopið er orsøkin. Burðaravlopið er munurin millum teirra, sum eru fødd, og teirra, sum doyggja.

Tað var 134 frá september í fjør til september í ár. Tað var meira enn dupult so stórt árið fyri. 

Nú eru okkurt um 10 fleiri føðingar enn andlát í miðal um mánaðin. 

Fram til fyri einum hálvum ári síðani hevur munurin ligið millum 20 og 25 fólk, skrivar Hagstovan.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. november
Skratsj 25. novembur 2026
216994
Mikudag 25. november
90'árini undir lupp (4:4)
216991
Mikudag 25. november
Eitt korter við klassiskum 25. november 2026
216969
Mikudag 25. november
Vágskálin: Hálovar littari mentan í USA
216965
Mikudag 25. november
Ung lesa 2 - 2
216946
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867