Kirkjuskattur er ikki gáva

Kirkjuskattur er ikki gáva
Kirkjuskattur og onnur limagjøld eru ikki gáva í sambandi við, at meirvirðisgjald verður afturgoldið, sigur TAKS
Kirkjuskattur er ikki ein gáva, tá felagsskapir, stovnar og grunnar fáa meirvirðisgjaldið fyri íløgur afturgoldið, sigur TAKS. (Savnsmynd)
 
12.10.2022 - 09:07

Kirkjuskattur er ikki ein gáva, tá felagsskapir, stovnar og grunnar fáa meirvirðisgjaldið fyri íløgur afturgoldið, sigur TAKS.

Sambært lógini um meirvirðisgjald kunnu felagsskapir, stovnar og grunnar, sum gera íløgu fyri meira enn eina millión krónur uttan meirvirðisgjald, fáa meirvirðisgjaldið afturrindað.

Men treytin er, at í minsta lagi 33 prosent av íløgukostnaðinum uttan meirvirðisgjald skulu vera fingin til vegar sum eitt nú gáva. 

Ein gáva er eitt virði, ofta peningur, sum verður givið uttan treytir og uttan at fáa nakað afturfyri enn gleðina við at geva, sigur TAKS.

 

 

Kirkjuskattur og onnur limagjøld eru ikki gáva í sambandi við, at meirvirðisgjald verður afturgoldið, sigur TAKS.

Kirkjuskattur kann tí ikki vera partur av teimum 33 prosentum, tá gjørt verður upp, um felagsskapir, stovnar og grunnar kunnu fáa afturrindað meirvirðisgjald fyri íløgur.

Limagjald er ikki ein gáva, tí tey verða latin afturfyri at fáa ein limaskap, sigur TAKS. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. januar
Morgunlestur fríggjadagur 16.januar 2026
202445
Hósdag 15. januar
RagnarRokk 15.januar 2026
201519
Hósdag 15. januar
RagnarRokk: Robby Thomas Walsh um Banned
201515
Hósdag 15. januar
EM 26 tíðindi - 15 jan 2026
202745
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571