Nýtt føroyakort frá Námi

Nýtt føroyakort frá Námi
Kortið, sum er til skúlabrúks, er tað einasta, ið hevur hæddir á landi og dýpi á sjógvi á sama prenti
 
13.10.2022 - 09:35

Nú kemur nýtt føroyakort. 

Nám gevur kortið út, og tað er Hans Olof Engberg, kortfrøðingur á Umhvørvisstovuni, sum hevur teknað nýggja kortið.

Broytingin í nýggja kortinum er, at bygt øki er merkt við klárum gulum liti og bøur við grønum. Kortið er eisini teknað við hæddarstrikum, har 50 metrar eru millum hvørja.

Til tess at síggja henda neyvleika, er kortið prentað við nýggjastu UV-tøkni hjá Føroyaprenti. 

Kortið hevur 1.700 staðarnøvn. Kortstøddin er 120 x 80 cm. og fæst sum plakat. 

Kortið, sum er til skúlabrúks, er tað einasta, ið hevur hæddir á landi og dýpi á sjógvi á sama prenti.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891