Hava innflutt fyri góðar átta milliardir í ár

Hava innflutt fyri góðar átta milliardir í ár
Nøgdin av brennevni er minkað, men prísurin er hækkaður meira enn 90 prosent
Brennievni ávirka innflutningstølini, tí prísurin á innfluttum brennievni er nærum tvífaldaður.
Mynd: (Savnsmynd)  
 
17.10.2022 - 14:08

Fyrstu átta mánaðirnar í ár hava føroyingar innflutt vørur fyri metstórar upphæddir.

Virðið á innflutninginum hesar mánaðirnar er 8,3 milliardir krónur, og tað eru 43 prosent meira enn sama tíðarskeið í fjør, sum eisini var metár.

Um skip og flogfør ikki verða tikin við, er vøksturin 27 prosent. 

 

Prísurin á brennievni nærum tvífaldaður

Prísvøksturin á brennievni og øðrum vørum er ein av orsøkunum til stóra vøksturin. Tí hóast innflutta nøgdin av brennievni minkaði sjey prosent, er innflutningurin - gjørdur upp í prísum - vaksin meira enn 90 prosent samanborið við í fjør. 

Talan er eisini um stóran vøkstur í øðrum vørubólkum. Innflutningurin í bólkinum "rávøra til fiskavirking" er vaksin 50 prosent, ella 165 milliónir krónum, meðan innflutningurin av tilfari til hav- og landbúnað er vaksin 30 prosent.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655