Bíligari hjá pendlarum at koyra í Vága- og Norðoyatunlinum

Bíligari hjá pendlarum at koyra í Vága- og Norðoyatunlinum
Mesta gjaldið verður 300 kr. um mánaðin, sama hvussu ofta tú koyrir í tunlunum
 
20.10.2022 - 13:54

Brúkar tú Vága- og Norðoyatunnilin nógv, kanst skjótt fegnast um, at tað verður bíligari hjá tær at brúka teir.

Nevndirnar í báðum tunlunum hava gjørt av at lækka prísin hjá teimum, sum brúka tunlarnar nógv.

Mánaðarliga hámarksgjaldið fyri persónbilar fer úr 25 niður í 15 túrar, upplýsir tunnilsfelagið í tíðindaskrivi.

 

Í mesta lagi 300 kr. 

Hetta merkir, at hevur tú hald til tunlarnar, koyrir tú ókeypis eftir tann fimtanda túrin.

Sostatt fert tú í mesta lagi at gjalda 300 krónur um mánaðin, sama hvussu oftani tú koyrir ígjøgnum tunnilin.

Fyri leigubilar, hýruvognar og vøruvognar verður hámarksgjaldið 500 krónur um mánaðin.

Skipanin við bíligari tunnilshaldum kemur í gildi 1. november.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815