40.000 tons av korni farin úr Ukraina

40.000 tons av korni farin úr Ukraina
Avtalan, sum varð gjørd eftir samráðingar við USA og Turkland, fer úr gildi aftur 19. november
Skipini, sum fóru avstað í gjár, vóru fermd við 40.000 tonsum av korni.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
24.10.2022 - 08:27

Sjey skip, fermd við korni, eru síðani í gjár farin úr Ukraina við kós ímóti Evropa og Asia.

Tað er eftir avtaluni, sum Ukraina og Russland gjørdu eftir innrásina, og Ukraina vil hava avtaluna longda.

Tað skrivar Reuters.

Avtalan, sum varð gjørd eftir samráðingar við USA og Turkaland, fer úr gildi aftur 19. november.

Hóast kornið er farið um allan heimin, so skuldsetur Ukraina Russland fyri at royna at forða fyri, at kornið verður útflutt úr havnum í Ukraina.

Sambært Ukraina kundi ein triðingur meir av korni verið seldur.

Skipini, sum fóru avstað í gjár, vóru fermd við 40.000 tonsum av korni.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 29. juni
RagnarRokk: Johan Karlsson um Mournbraid
209106
Mánadag 29. juni
Morgunlestur mánadagur.
210249
Sunnudag 28. juni
Bolero
210236
Sunnudag 28. juni
Guðstænasta í Rituvíkar kirkju
210233
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107