Danmark vil hjálpa Grønlandi á yvirtiknum málsøki

Danmark vil hjálpa Grønlandi á yvirtiknum málsøki
Heilsuøkið var yvirtikið í 1992, og Grønlandi vantar 120 læknar, sum eru meira enn helvtin av teimum læknum, sum eiga at vera í Grønlandi
Drotning Ingridar sjúkrahús í Nuuk. Læknatrotið í Grønlandi er stórt.
 
26.10.2022 - 08:31

Einki er til hindurs fyri, at Danmark hjálpir Grønlandi á málsøkjum, sum Grønland annars hevur yvirtikið.

Tað sigur Mette Frederiksen, forsætismálaráðharri, sambært KNR.

Talan er um heilsuøkið, sum var yvirtikið í 1992.

Grønlandi vantar 120 læknar, sum eru meira enn helvtin av teimum læknum, sum eiga at vera í Grønlandi. Eisini er trot á sjúkrarøktarfrøðingum.

 

Mette Frederiksen, forsætisráðharri, sigur, at tað er ein sjálvfylgja, at Danmark hjálpir, um Grønland biður um hjálp. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Ein sjálvfylgja

Mette Frederiksen sigur tað vera eina sjálvfylgju, at Danmark hjálpir, um Grønland biður um hjálp.

Longu nú hevur Danmark latið 100 milliónir krónur til millum annað at hjálpa børnum og ungum, eitt málsøki, sum er yvirtikið. 

Eisini tá Lars Løkke Rasmussen var forsætismálaráðharri læt Danmark Grønlandi milliónir til yvirtikin málsøki.

Flokkarnir Venstre og Konservative vilja eisini hjálpa heilsuverkinum í Grønlandi, skrivar KNR.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360